Eftirkomarar hjá Per bónda á Selatrað

Hjem | Indholdsfortegnelse | Efternavne | Navneliste


Billede


Billede

Ættin úr Uppistovu á Selatrað setir hvør øðrum stevnu

Fyrireika stóra ættarstevnu

Nakrir av eftirkomarunum hjá bóndahjúnunum Per Jacobsen og Anne Katrine Olesdatter í Uppistovu á Selatrað hava í eina tíð arbeitt við at útgreina ættina hjá teimum.

Per bóndi varð føddur í 1777 og doyði í 1828. Anne Katrine varð fødd í 1771 og doyði í 1809. Hon var úr Vestmanna.

Hann giftist uppaftur tvey ár seinni við Ellen Mathiasdatter úr Tjørnuvík, fødd í 1785 og doyði í 1872.

Í fyrru giftu vóru trý børn: Jacob Petersen, Ole Petersen og Catrine Elisabeth Petersdatter.

Í seinnu giftu vóru seks børn: Joen Petersen, Anne Cathrine Malene (Karolina) Petersdatter, Julianne Marie Petersdatter, Mathias Petersen, Birte Helene (Birtulena) Petersdatter og Anna Elisabeth Petersdatter.

Tað er eitt nokkso stórt arbeiði at útgreina ættina, tí tað eru fleiri ættarlið. Haraftrat hava i fleiri førum verið meira ein gifta, og børnini mong. Nógv nøvn ganga aftur og aftur, tí tað hevur ikki verið óvanligt at giftast við systkinabørnum og trímenningum.

Eru tað eftirkomarar, sum ikki hava frætt um ættarútgreiningina, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við onkran av okkum fyrireikarum.

Nærri boð um stevnuna koma út seinni.

Vegna fyrireikararnar,

Hans Peter Weihe, Selatrað.Tlf.: 747272. hpw@olivant.fo
Símun Mittún, Tórshavn.Tlf.: 218408. simun.mittun@gmail.com
Olivar Olsen, Árnafjørður. Tlf.: 217464. olivar@olivant.fo
Randi Jacobsen, Tórshavn.Tlf.: 227614. randijacobsen@mail.fo
Sofus Debes Johannesen, Gjógv.Tlf.: 216586. sofus@gjogv.fo
Hans Andr. Dam Joensen, Norðskála.Tlf.: 422571. hansandr@sunda.fo
Halla Jacobsen, Haldórsvík. Tlf.: 222080. hallajacobsen63@gmail.com
Palli Petersen, Tórshavn


Indholdsfortegnelse

  Efternavneoversigt
  Navneindeks

Kontaktinformation

Email Send email til olivar@olivant.fo
Send brev til:
Vinarliga send mær rættingar (og upplýsingar)
Olivar J. Olsen - olivar@olivant.fo
(ella ring tlf. 217464)

© www.Gamlihandil.fo 2013-2020


Hjem | Indholdsfortegnelse | Efternavne | Navneliste

Denne hjemmeside blev lavet 1 Mar. 2020 med Legacy 9.0 fra MyHeritage; indholdsophavsret og vedligeholdelse af olivar@olivant.fo